|
1. Eina veit eg rímuna, loynir ei min tunga:
gjörd um Eyðun Hestakorn og Hákon kongin unga.
2. Eyðun vaknar um midnatt, svör á sina trú:
Undarlegt hevur fyri meg borið, reiður er kongur nú.
3. Árla var um morgunin, hønsini tóku at gala:
Konungrin heimtar Eyðun eina fyre seg at tala.
4. Konungrin gongur i hallina inn, Eyðun á baki:
Hoyr tú, konungrin, harri min, hvat eru várar sakir?
5. Hoyr tú, Eyðun Hestakorn, viltú sakir hoyra:
gjõrt hevur tú fyri lív og gods, um enn tú
átti meira.
6. Beltið breitt og búgvið var, ið Eirikur broðir
mín átti,
viti tað, Eyðun Hestakorn, vit eru ei um tað sáttir.
7. Beltið breitt og búgvið var, sett við dýrum
steinum,
tað kom ekki um broður mins bak, uttan jóladagin eina.
8. Beltið breitt og búgvið var, sett við rósur
og krans,
tað kom ekki um broður mins bak fyrr enn han reið í
dans.
9. Beltið breitt og búgvið var, sett við rósur
og liljur,
tað kom ekki um bródur mins bak fyrr enn han reið at gilja.
10. Eg sendi teg til Upplanda at heimta mer fæ:
Hosborg og Tósborg legð tú undir teg.
11. Hosborg og Tósborg eru oyggiar tvinnar;
Berintvág í Noregi, hon var ekki minna.
12. Hosborg og Tósborg eru oyggiar tvær;
Berintvág í Noregi hevdi tú ætlað tær.
13. Eg sendi teg til Upplanda at bidja mær viv:
moyjin misti moydom, fyri tað tú letur liv.
14. Tað tykir meg einki vera, tó að tú letur meg
pina,
tá ið tú læt á báli brenna bródur
dóttur tína.
15. Ti svarað Hákon kongur, hugsar hann so við seg:
Viti tað, Eyðun Hestakorn, tað bøtir ei um teg.
16. Val var hann till gálga reiddur, tar hann skuldi hanga:
silkihúgva á hôvdi bar, belti um magan svanga.
17. Eyðun hann ber hárid tað, glitrar á hvörjum
lokki,
so reið hann i herin framm, fremstur af fylgis flokki.
18. Tóku teir Eyðdun Hestakorn, hongdu upp í træ;
svörji tan eið á mina trú, at ravnar rivu hans
ræ.
19. Svaraði frúgvin Guija, eftir götu gongur:
Nú er bóndi í Nordnesi, í reyðum skildri
hongur.
20. Svaraði frúgvin Guija, eptir götu gekk:
Nú er bóndin í Nordnesi, í reyðum skildri
hekk.
(Dette er den formen Gustav Storm har gjengitt visen i. Men han kjente
til mange varianter til versene, og mange av disse har vært sprekere:
Etter vers 15:
So græt kongurin Hàkun at skikkjan fløyt i droyra:
Tað voldi tu Eyðun Hestakorn og aðrir svikarar fleiri.
Etter vers 18:
Tað gjörði reystur Hakon kongur við so mikið mein:
Hongdi Eyðun Hestakorn i högsta galga grein.
Og den ytterst makabre fortsettelsen:
Tangadu kjöt af beinum ut, kasta for ulvar niður:
Hoyr tu, Eyðun Hestakorn, her skuldi tu hengið fyrr.
|